Uttanlands

ES-toppfólk nøgd við Brexit avtaluna

Avtalan skal viðgerast í bretska Undirhúsinum í morgin – men ikki er neyðugt við samtykt fyri at hon fyribils kann fáa gildi

Ursula von der Leyen og Michel Barnier (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen og Michel Barnier (Mynd: EPA)

2020-12-29 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ovasti samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sigur í dag, at handilsavtalan millum ES og Bretland er “ein lætti”, og at avtalan fer at tryggja støðufestið fyri fólk og fyritøkur.

- Vit hava tryggjað eitt brexit við lóg og landaskili, sigur Barnier til útvarpsstøðina Franceinfo.

Hann leggur dent á, at tað enn eru mál, sum skulu allýsast viðvíkjandi framtíðar viðurskiftunum millum ES og Bretland.

ES-sendifólkini komu mánadagin fram til eina fyribils góðkenning av brexit-avtaluni.

- Sendifólkini hava einmælt góðkent avtaluna fyribils, upplýsti Sebastian Fischer, sum er talsmaður fyri týska ES-formansskapin.

Endaliga góðkenningin kemur væntandi seinnapartin í dag. Hetta verður gjørt skriftligt, og verður mett sum formalia.

Bretland og ES komu eftir samráðingar í tíggju mánaðir fram til eina avtalu jólaaftan. Bretska tjóðartingið skal í morgin viðgera avtaluna, sum væntast góðkend áðrenn nýggjár.

Týskland hevur í løtuni formansskapin í ES, og talskvinnan hjá Angela Merkel, kanslara, Ulrike Demmer, váttar, at týska samveldisstjórnin ikki hevur nakað ímóti tekstinum í semjuni.

Í Paris siga talsfólk hjá Emmanuel Macron, forseta, at franska stjórnin eisini tekur undir við avtaluni.

Bretar fara úr innara ES-marknaðinum og tollsamgonguni 31. desember.

Ikki er neyðugt við eini samtykt í bretska tjóðartinginum fyri at avtalan fyribils kann fáa gildi.

Avtalan inniber í høvuðsheitum, at toll- og avgjaldsfríi handilin kann halda fram. Ein avtala um tænastuveitingar er eisini gjørd, eins og tær, sum ES hevur gjørt við onnur triðjalond.

Ein semja er eisini funnin um reglurnar um upprunaland, sum var avgerandi fyri, um vørur kunnu handlast tollfrítt. Eitt nú eru seravtalur gjørdar fyri ravmagnsbilar, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder