Uttanlands

ES tryggjað sær 300 milliónir skamtar av koronavaksinu

Vónirnar til nýggju vaksinuna hjá Pfizer og BioNTech eru stórar, men fyrst skal heilivágurin góðkennast í ES-skipanini áðrenn hann kann latast borgarunum

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna (Mynd: EPA)

2020-11-11 14:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES-nevndin hevur gjørt avtalu við heilivágsfyritøkurnar Pfizer og BioNTech um keyp av 200 milliónir skamtum av koronavaksinu. Tað upplýsa partarnir í dag, sambært Ritzau.

Avtalan gevur møguleika at keypa 100 milliónir afturat, skrivar Pfizer. Tað búgva áleið 450 milliónir fólk í ES-londunum.

- Eg fegnist um at kunna kunngera avtaluna um keyp av 300 milliónum skamtum, sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini.

Í besta føri kann heilivágurin latast við endan av árinum. Ella fyrst í komandi ári. Tað sigur ES-nevndarlimurin við heilsumálum, Stella Kyriakides í tíðindaskrivi.

Hetta er tó ikki tað sama sum, at koppsetingarnar av borgarunum kunnu byrja tá. Heilivágurin skal fyrst góðkennast av heilsumyndugleikunum innan ES, áðrenn hann kann takast í brúk.

- Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er við eini vaksinu, fyri at vit kunnu koma burtur úr hesi kreppuni, sigur Kyriakides.

Hon leggur dent á, at ES-nevndin arbeiðir so skjótt, hon kann, fyri at fáa heilivágin út til borgararnar.

Vaksinan frá BioNTech og Pfizer hevur skapt vón um allan heimin, eftir at feløgini mánadagin kunngjørdu úrslitini av teirra sokallaðu fasu 3-royndunum.

Tær vístu virkna verju móti virusinum í meira enn 90 prosent av tilburðunum. 43.000 fólk vóru við í royndunum.

Longu mánadagin boðaði Ursula von der Leyen frá á Twitter, at ES fór at gera avtalu um at keypa “upp móti 300 milliónir skamtar”.

Hóast eitt koppsetingarevni er á veg, so er framvegis neyðugt at halda tilmælini í langa tíð afturat, vísir ES-nevndarlimurin við heilsumálum á.

ES-nevndin hevur nú gjørt avtalu,  ella førir samráðingar, við sjey ymsar heilivágsfyritøkur um koppsetingarevni.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur fyrr víst á, at Føroyar fáa lut í teimum koppsetingarskamtunum, sum Danmark fær fatur á.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder