Innanlands

ES umboðskvinna sær stórar møguleikar fyri samstarvi við Føroyar

Nýggja samstarvsavtalan millum Føroyar og ES gevur møguleika fyri atlimaskapi í Erasmus+, og slíkt kann gagna Føroyum, sigur Clara Ganslandt, ið hevur havt fund við Granskingarráðið

Á myndini frá vinstu: Maria Húsgarð, Clara Ganslandt og Dagmar Joensen-Næs (Mynd: gransking.fo)

Á myndini frá vinstu: Maria Húsgarð, Clara Ganslandt og Dagmar Joensen-Næs (Mynd: gransking.fo)

2024-03-20 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fáa nógv burtur úr samstarvinum við ES, men enn eru fleiri stórir møguleikar, ið kunnu troytast. Serliga eru tað skipanir sum Erasmus+ og Creative Europe, Føroyar kunnu fáa stórt gagn av.

Tað heldur Clara Ganslandt, ið er serkøn umboðskvinna hjá ES í arktiskum viðurskiftum. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari. Undir sínari vitjan í Føroyum hevur Ganslandt vitja hjá júst Granskingarráðnum og eisini Tórshavnar kommunu.

- ES-umboðskvinnan fekk nágreiniliga kunning um ES-verkætlanir, ið føroyskir granskarar og nýskaparar luttaka í, og um hvørjar møguleikar og avbjóðingar liggja í granskingarsamstarvinum millum Føroyar og ES. Umboðskvinnan var sera áhugað í at virka fyri at menna samstarvið, serliga á arktiska økinum. Hon helt eisini, at Føroyar eiga at gera sítt til at víðka samstarvið til eisini at fevna um serliga Erasmus+, sum er ein stuðulsskipan fyri útbúgvingarsamstarv, skrivar gransking.fo

Nýggja samstarvsavtalan millum Føroyar og ES gevur møguleika fyri atlimaskapi í Erasmus+, men ávísar treytir skulu lúkast fyrst. Góðkenningar og avtalur skulu fáast uppá pláss, og ein tjóðarskrivstova, sum umsitur limaskapin, skal setast á stovn. Luttøka í Erasmus+ kann vera við til at byggja upp netverk, ið gera tað lættari hjá føroyskum granskarum at koma við í Horizon verkætlanir hjá ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder