ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur í dag gjørt greitt støðuna hjá ES-nevndini um hvat henda skal við Gazageiranum, tá núverandi kríggj og ófriður í økinum einaferð hevur fingið ein enda.
Hon legði í eini røðu í dag fram fimm punkt, ið skulu uppfyllast. Tað snýr seg um, at ein ST-herdeild skal setast inn í Gaza fyri at halda skil á vápnagoymslunum hjá Hamas, palestinska sjálvstýrinum, ísraelsku herdeildunum í økinum, støðga tvingsilsflytingum av fólki og fáa enda á stongslinum av økinum, skrivar NRK.
- Politikkurin í økinum hevur ikki virkað. Hamas hevur áhaldandi dubbað sínar vápnagoymslur hóast búskapurin í Gazageiranum hevur staðið fyri hóttafalli, segði von der Leyen í røðuni.
ES-embætisfólk hava víst á, at tað, sum von der Leyen førdi fram í dag ikki er hugburðurin hjá ES, men um støðuna hjá sjálvari ES-nevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald