Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú ber til at lesa kendasta verk hansara á føroyskum mál í heilum líki.
Fyrsta bókin kom út fyri tveimum árum síðani og onnur bókin fyri ári síðani. Við triðju bókini er "ferðin ígjøgnum Montaigne" komin at enda. Samlað eru 107 essay - sera ymisk til longdar og í innihaldi.
Michel de Montaigne (1533-1592) var úr góðum bergi brotin. Eftir útbúgvingina í lóg skapti hann sær eitt navn í løgfrøði og politikki og sat í høgum embætismannastørvum. Seinni loysti hann seg úr hesum størvum og tók seg aftur til borg sína uttan fyri Bordeaux og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag.
Enn eftir 400 árum er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður.
Hetta er tveyogtjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.
Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin týðaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.
Bókin er 470 bls. og fæst til keyps á www.hemlid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald