Mentan

Essaykapping á mentanarvikuni í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu

2022-01-29 08:48 Author image
Innsent
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum frá 24. apríl til 1. mai 2022. Hesaferð verður kappingin at skriva eitt essay, og vinnararnir verða kunngjørdir í Mentanarvikuni.

Evnið í essaykappingini er púra frítt, og latin verða fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir. Vinnandi rithøvundarnir fáa ávíkavist 8.000kr og 6.000kr fyri 1. og 2. virðisløn.

Ritroynd – essay
Orðið essay er upprunaliga franskt og merkir roynd. Tað er júst tað eitt essay er – ein roynd at knýta høvundin í verðina. Ritroyndin, sum er føroyska heitið fyri hesa tekstagrein, er ein subjektiv roynd, har høvundurin við lív og sál skrivar niður egnar eygleiðingar av innara og uttara landslagnum. Ritroyndin er ein stuttur, lættlisin tekstur, sum viðgerð eitt evni ella setur fram próvførslu. Hon er ofta persónlig og eygleiðandi. Sansirnir verða brúktir til at geva ritroyndini fyllu og hetta gevur lesaranum møguleika til innlivan. Lívsspekiligu tankarnir hjá essayistinum bera evnið fram á torg, har pláss er fyri at dvølja, undrast, spyrja, viðmerkja og taka samanum.

Fyri at luttaka skulu essay, sum eru í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð), latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á [email protected] áðrenn 20. mars kl. 18. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á, verða tvey tiltøk fyriskipað í tilgongdini fram móti innlating av handritunum.

Leygardagin 5. februar kl. 15 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin við Oddfríði Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Teir fara at greiða frá um essay formatið og at geva góð ráð um at koma í gongd við at skriva.

Vikuskiftið aftaná, 12. og 13. februar verða tvey smá skriviskeið við Oddfríða og Arnbjørn á Bókasavninum við Løkin.

Fyriskipararnir ynskja við kappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving, og vónin er, at nógv nýggj føroysk essay og rithøvundaspírar koma undan kavi eftir Mentanarvikuna. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini, og luttøkan, kveikingardagurin og skriviskeiðini eru ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder