Nú ólavsøkan nærkast og vit, í hvussu so er eitt stutt bil, kunnu nærkast hvør øðrum, kemur Ester Kristiansen út við nýggjum, eggjandi kærleikssangi. Talan er um eitt staklag, sum hevur fingið heitið: “Aftur til mín”.
Hetta er ein kærleikssangur, sum snýr seg um, tá ið forelskilsið er nýtt og spennandi og hvørt sekund er fylt við nærveru, stuttleika og hita, og tá ið hvør løta burtur hvør frá øðrum er ræðulig og fylt við stórum sakni.
Ester Kristiansen førir okkum við síni inniligu rødd gjøgnum hesar kenslur, sum vit øll kenna og leingjast eftir, og sum serligar løtur raka okkum øll.
Heiti: Aftur til mín
Orð: Eir í Ólavsstovu & Ester Kristiansen
Lag: Ester Kristiansen & Niclas Johannesen
Framleitt: Niclas Johannesen & Óli Poulsen
Miksað og mastrað: Óli Poulsen í Fix-n-Mix
Upptikið í Studio 57, Hoyvík & Fix-n-Mix, Farum
Tónleikarar:
Ester Kristiansen: lead vokal og kór
Drós Reinert Joensen: kór
Óli Poulsen: bass, el guitar, keyboards, slagverk, forritan
Niclas Johannesen: akkustiskan & elektriskan guitar, keyboards, forritan, kór
Matt Chamberlain: Trummur
Útgávufelag: Hugmynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald