Mentan

Ester Skála til Pan-Arctic Vision í Nuuk

Arktiska sangkappingin verður hildin í grønlendska høvuðsstaðnum 12. oktober

(Savnsmynd: Gwenäel Helmsdal Carré)

(Savnsmynd: Gwenäel Helmsdal Carré)

2024-08-14 14:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður unga sangarinnan Ester Skála, sum fer at umboða Føroyar í sangkappingini Pan-Artic Vision, sum erður hildin í Nuuk 12. oktober.

Pan-Artic Vision varð hildið á fyrsta sinni í norðurnorska býnum Vadsø í fjør. Føroyski luttakarin tá var Guðrið Hansdóttir. Vinnarnir av hesi arktisku sangkappingini gjørdist grønlendski bólkurin Nuija, og tí verður kappingin í ár hildin í grønlendska høvuðsstaðnum.

Ester Skála verður lýst sum ein pink-popp prinsessa av Argjum. Á síni sangleið hevur hon skapt eitt univers fult av litum, fangandi sangum og magiskum brøgdum. Bjarta rødd hennara ljóðar altjóða, og við sanginum ‘Unicorn’ vann hennara fyrsti útgivni sangur áhoyraravirðislønina á Faroese Music Awards í 2022.

Higartil hevur Ester Skála einans sungið á enskum, men til Pan-Arctic Vision kappingina, skal hon framføra á egnum móðurmáli.

Tað er Norðurlandahúsið, sum samskipar føroyska partin av Pan-Arctic Vision, og sum eisini hevur valt Ester Skála – eftir umsókn – at umboða Føroyar í kappingini.

Londini og økini, sum eru við í PanArctic Vision eru umframt Føroyar: Alaska, Grønland, Ísland, Nunavut (Kanada), Norðurfinnland, Norðurnoreg, Norðursvøríki, arktiska Russland og Youkon (Kanada).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder