Pärnu Kammerkoor úr Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar, og fer at halda konsertir í:
- Vesturkirkjuni, fríggjakvøldið 7. august kl. 20
- og í Gøtu Kirkju, sunnukvøldið 9. august kl. 19
Kórið, sum varð stovnað í 2001, hevur verið sera virkið og havt nógvar sera góðar framførslur. Kórið hevur framført nógvan ymiskan tónleik, alt frá Jólaoratorium hjá Bach, og estlendskum klassikarum, til ‘Chess’ hjá ABBA og ‘Snjódrotningin’ hjá Olav Ehala, og framført
Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle kappingini í estiskum sjónvarpi, og hevur verið á konsertferðum í Týsklandi, Russlandi, Svøríki, Georgia, Danmark, og Eysturríki, og er túrurin nú komin at vitja Føroyar.
Tey hava luttikið í fleiri kappingum við góðum úrslitum, sum t.d.:
- 2008: 1. pláss í estisku kappingini fyri blandað kór og gullheiðursmerkið á fólkasangkappingini “Evropa og sangir tess” í Barcelona.
- 2012: Gullprógv á fólkasangstevnuni á altjóða kórfestivalinum í Pärnu.
- 2014: Silvur- og gullprógv á altjóða kórstevnuni Kaunas Cantat.
- 2015: Gullprógv í blandaða kórbólkinum á altjóða kórkappingini við Anton Bruckner løgum í Eysturríki, umframt servirðisløn fyri framførsluna av ‘Kvøldsins vakurleiki’ (Õhtu ilu) hjá Pärt Uusberg.
- 2024: 1. pláss á 17. Kamarkórfestivalinum í Estlandi og 1. pláss í Bad Ischl í Eysturríki.
Kórið hevur givið út fløgur, og t.d. var fløga teirra frá 2011 útnevnd ‘Ársins kórfløga 2011’ av estiska kórsambandinum.
Kórleiðarin, Elo Kesküla, er útbúgvin tónleikalærari og kórleiðari, og hevur gjørt nógvar útsetingar til kór, ensemble og orkestur.
Fleiri ferðir um árið er kórið á venjingarlegum, har stórur dentur verður lagdur á intensiva ræddar-venjing.
Á Føroyavitjanini fer kórið eisini at syngja á konsertini og guðstænastuni í gjónni við Gjógv, sunnudagin 9. august klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald