Estland, ið er granni hjá Russlandi, boðaði hósdagin frá, at tað frá næstu viku verður bannað flestu russiskum ríkisborgarum at ferðast inn í Estland við visa frá estisku myndugleikunum.
Hendan avgerðin, sum verður galdandi frá 18. august, kemur í kjalarvørrinum á einum tíðarskeiði, har nógv trýst hevur verið við markið millum londini.
Urmas Reinsalu, uttanríkismálaráðharri í Estlandi sigur, at talið á russum, sum er farnir til ella gjøgnum Estland er økt munandi seinastu tíðina.
Undantøk verða gjørd fyri ávísar borgarar, men innferðarforboðið rakar kortini russar, sum skulu arbeiða, lesa ella ferðast í arbeiðsørindum.
ES, sum Estland er limur í, hevur júst samtykt sjeynda sonevnda revsipakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, men innferðarforboð er tó ikki partur av teimum.
Í vikuni segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at evropeisk lond eiga at gera júst hetta, men ES-nevndin sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at seta eitt slíkt forboð í verk, skrivar Ritzau.
Millum annað heldur nevndin, at tað altíð skal bera til hjá russiskum ríkisborgarum, sum hava familju í ES, at fáa visum. Eisini um talan er um journalistar ella fólk, sum eru atfinningarsom yvirfyri russisku stjórnini.
Avgerðin hjá estisku stjórnini rakar ikki russar, sum hava visum úr einum øðrum ES-landi, og lesandi, sum longu eru í landinum, sleppa at verða verandi og gera teirra útbúgving lidna. M.a. sendifólk, fólk sum ferðast við einum humaniterum máli, og tey, sum hava familju, fara eisini framvegis at kunna sleppa til Estlands úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald