Uttanlands

Etiopia: Plantaðu yvir 350 milliónir trø uppá 12 tímar

Talan var um eitt átak ímóti veðurlagsbroytingum - talan er allarhelst um eitt heimsmet

Abiy Ahmed, forsetismálaráðharri, var við til at planta trø í gjár - Mynd: BBC

Abiy Ahmed, forsetismálaráðharri, var við til at planta trø í gjár - Mynd: BBC

2019-07-30 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ”Earth Overshoot Day” - dagurin har heimsins borgarar hava brúkt alt tað, sum jørðin megnar at endurskapa uppá eitt ár.

Les meira her

Í Etiopia tóku milliónir av borgarum eitt tak fyri umhvørvi, og yvir 350 milliónir trø vórðu plantaði. BBC skrivar, at hetta er eitt heimsmet. Í 2016 vórðu yvir 50 milliónir trø plantaði í India.

Sambært CNN var talan um 353 smá trø, og tað var forsetismálaráðharrin, Abiy Ahmed, sum stóð á odda fyri tí. Etiopia er landið í Afrika við næstflestum fólkum og hevur trupulleikar við turki og vatnflóðum. 4 % av landinum er skógur - einaferð hevur tað verið 30 %. Globala upphitingin hevur havt sína greiðu ávirkan á landið. 

Ætlanin er at planta fleiri trø í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder