
Nógv túsund fólk vóru savnaði í Etiopiska høvuðsstaðnum til eitt mótmælistiltak. Nýggi stjórnarleiðarin, Abiy Ahmed, var júst liðugur at halda røðu, tá ein bumba brast.
Sambært DR vórðu 83 særd.
Bresturin fekk nógv fólk at renna móti pallinum, og stjórnarleiðarin varð koyrdur av staðnum beinanvegin. Hann segði seinni, at tað var eitt álop, ið varð væl lagt til rættis.
"Við tey, ið royna at klíva okkum sundur, ynski eg at siga, at tað eydnaðist tykkum ikki," segði hann.
Hann gav ikki nøkrum skyldina fyri álopið.
"Málið var stjórnarleiðarin," sigur Seyoum Teshome, ið er ein teirra, ið skipaði fyri mótmælistiltakinum.
"Ein persónur royndi at kasta bumbuna upp á pallin, har stjórnarleiðarin sat, men hann varð afturhildin av mannamúgvuni," sigur hann.
Trý fólk, ið eru undir illgruna, eru handtikin. Talan er um tveir menn og eina kvinnu. Sambært einum eygnavitni, var brotsmaðurin í løgreglubúna.
Síðan Abiy Ahmed tók við embætinum í apríl, hevur hann gjørt fleiri týðiligar broytingar. Millum annað hevur hann leyslatið fólk, ið vórðu koyrd í fongsul fyri at finnast at stjórnini.
Undir fyrrverandi stjórnarleiðara var Etiopia fleiri ferðir í undantaksstøðu, netið varð brotið av fleiri ferðir, og fleiri túsund fólk vórðu koyrd í fongsul.
Seinastu árini hava nógv mótmælistiltøk verið í landspartinum Oromia, har nógv fólk eru dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald