Ambachew Mekonnen, leiðarin í etiopiska statinum Amhara, og ráðgevar hansara vórðu í gjár dripnir í sambandi við miseydnaða kvettroynd.
Eisini varð Etiopiski herleiðarin, Seare Mekonnen, skotin til deyðis í hesum sambandi. Tað sigst at tað var lívverja hansara, ið skeyt hann fáar tímar eftir, at leiðarin í Amhara og ráðgevar hansara vórðu dripnir, skrivar Politiken.
Talan var um ein bólk við trygdarleiðaranum í Amhara, Asamnew Tsige, á odda, sum breyt inn undir einum fundi í gjár. Statsleiðarin og ein annar embætismaður vórðu tá særdir, og doyðu teir seinni báðir av løstum sínum.
Sama kvøldið vórðu Seare Mekonnen og ein fyrrverandi generalur, sum vitjaði hann, skotin til deyðis av lívverjanum hjá honum.
-Kvettroyndin í Amhara stríður ímóti grundlógini og hevði til endamáls at órógva friðin, sum Amhara hevur strídst hart fyri, sigur etiopiska stjórnin í frágreiðing.
Netsambandið í Etiopia er niðri í løtuni, og tí eru ikki nógvir upplýsingar at fáa í málinum.
Sambært tíðindastovuni dpa hava íbúgvar í Bahir Dar, ið er høvuðsstaður í Amhara, greitt frá, at tey hoyrdu skotljóð í býnum.
Sambært tíðindafólki í býnum, byrjaðu skotljóðini stutt eftir, at sólin fór niður, og helt hetta fram í fleiri tímar aftaná.
Stríð og harðskapur hevur ofta verið millum etniskar bólkar í Etiopia.
Forsetisráðharrin, Abiy Ahmed hevur, síðan hann byrjaði í starvinum í apríl í fjør, roynt at bøta um støðuna við ymiskum reformum. Hann hevur millum annað leyslatið fleiri politiskir fangar, men enn hevur hann ikki megnað at steðga etniska harðskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald