
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tilnevndi nýliga nýggjar limir í Etiska ráðið. Nýggja ráðið hevði fyrsta fundin í dag saman við landsstýrismanninum.
Við støði í arbeiðinum hjá undanfarna ráðið, fer nýggja ráðið til verka beinanvegin.
- Hervið fari eg at ynskja Etiska ráðnum blíðan byr við arbeiðinum at viðgera etiskar spurningar, ið knýta set til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Eg fari eisini at takka limunum í nýggja ráðnum fyri, at tit vilja átaka tykkum hesa uppgávuna komandi fýra árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Etiska ráðið hevur 9 limir. Ráðið verður valt av nýggjum eftir 4 árum.
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur verður nýggjur formaður í Etiska ráðnum. Hinir limirnir eru:
Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur, Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, Leif Olsen, sosialráðgevi, Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen, Arni Zachariassen, rúsviðgeri, Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald