Uttanlands

Etiska Ráðið í Danmark: Nei til aktiva deyðshjálp

16 av 17 limum í Etiska Ráðnum í Danmark halda ikki, at aktiv deyðshjálp skal verða loyvt í Danmark

Leif Vestergaard Pedersen, formaður í Etiska Ráðnum (Mynd: Ritzau)

Leif Vestergaard Pedersen, formaður í Etiska Ráðnum (Mynd: Ritzau)

2023-10-04 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aktiv deyðshjálp skal ikki verða loyvt í Danmark. Tað haldi meginparturin av limunum í Etiska Ráðnum í Danmark.

Etiska Ráðið hevur viðgjørt spurningin, eftir at eitt borgarauppskot í vár fekk tey neyðugu 50.000 undirskriftirnar til at senda málið í fólkatingið. 16 av 17 limum í ráðnum eru ímóti, og sostatt mælir ráðið fólkatinginum frá at gera aktiva deyðshjálp lógliga.

Eitt tilboð um aktiva deyðshjálp hevði broytt okkara hugsan um aldurdóm, deyðan, lívsgóðsku, og hvat tað er at taka atlit til onnur, sigur Etiska Ráðið í sínum tilmæli.

– Bjóða vit aktiva deyðshjálp, siga vit, beinleiðis ella óbeinleiðis, at summi lív ikki eru verd at liva.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Etiska Ráðið í Danmark hevur tikið støðu til aktiva deyðshjálp. Málið varð eisini viðgjørt í 2012, 2003, og í 1996, og í øllum førum vóru øll ella ein stórur meiriluti ímóti aktivari deyðshjálp, skrivar DR.

Í einari kanning, sum Epinion gjørdi fyri DR í summar, svaraðu 72 prosent av teimum spurdu annars, at tey vóru fyri aktivari deyðshjálp, meðan 10 prosent søgdu seg vera ímóti, og 18 prosent vóru í iva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder