2023-08-14 16:25
Eldgosið Etna á italsku miðjarðarhavsoynni Sikiloy fór í nátt at goysa.
Øskan frá gosinum hevur skapt trupulleikar í flogferðsluni, og floghavnin í Catania hevur verið stongd í allan dag og skuldi eftir ætlan lata uppaftur klokkan 20.
Borgarstjórin í Catania, Enrico Trantino, hevur bannað allari ferðing á motorsúkklu og súkklu komandi tvey samdøgrini.
Hetta tí, at stór økir eru fjald av einum lagi av gosøsku, og hetta elvir til hálku. Tí sleppa bilar ikki at koyra skjótari enn 30 km/t.
3.324 metra høga eldgosið Etna, er tað hægsta virkna eldgosið í Evropa. Hon goysir oftani, men seinast stórt gos kom úr Etna var í 1992.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald