Uttanlands

Euphoria-leikari deyður, 25 ár

Angus Cloud er mest kendur fyri leiklutin sum Fez í HBO-sendirøðini Euphoria

2023-08-01 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

25 ára gamli amerikanski sjónleikarin, Angus Cloud, doyði í gjár. Tað upplýsir familjan hjá honum.

Cloud er gitin fyri sín leiklut sum narkoseljarin Fezco “Fez” O’Neill í virðisløntu HBO-røðini “Euphoria”.

Í fráboðanini frá familjuni verður onki sagt um ørsøkina til andlátið, men tað verður ført fram, at Cloud hevur haft tað trupult síðan pápi hansara doyði. Eisini sigst, at Cloud hevur havt trupulleikar við sálarligu heilsuni.

“Einasti uggi er, at vit vita, at Angus nú aftur er saman við pápa sínum, sum var besti vinur hansara”, skrivar familjan í fráboðanini, har tað eisini verður víst á, at hann var opin um sínar mentalu avbjóðingar.

“Euphoria” er millum tær røðirnar hjá HBO, sum eru mest sæddar. Her spælir Cloud ein stuttorðaður narkohandlari, sum var við í teimum báðum fyrstu umførunum av røðini.

Sjónvarpsrøðin er bæði kritiserað og róst fyri at lýsa myrku síðuna av trupulleikunum, sum amerikanskir tannáringar stríðast við, eitt nú við bundinskapi av narkotika og kynsligum ágangi. Leikluturin í røðini var tann fyrsti hjá Cloud.

Ein ‘castari’ legði merki til hann meðan henn gekk á gøtuni í Brooklyn í New York saman við nøkrum vinum.

Umframt Euphoria, spældi Cloud eisini við í filmunum “North Hollywood” og “The Line”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder