Tað hevur verið ógvuliga nógv órógv í Bretlandi undir Brexit-tilgondini. Í seinasta mánaði varð Brexit útsett frá 29. mars til 12. apríl, men Teresa May vil hava tað utsett til í juni.
Innlendismálaráðið og mynduleikarnir høvdu roknað við, at Brexit fór ígjøgnum í seinastu viku, og tað verður nú upplýst, at hetta hava teir arbeitt útfrá. Hetta hevur sína týðiliga ávirkan á passini, ið bretar ið hava tørv á nýggjum, nú hava fingið og fara at fáa. Seinastu mongu árini hevur "European Union" staðið allarovast á passinum, men fólk sum hava fingið nýtt pass síðani 30. mars, hava ikki hesi orðini standandi á sínum. Hetta skriva bretskir miðlar.
Susan Hindle Barone, sum fekk nýtt pass í hesari vikuni, hevur gjørt vart við broytingina á Twitter, og gjørdist skelkað tí Bretland framvegis er partur av evropeiska samveldinum. Sambært bretska innlendismálaráðnum fara hetta onga praktiska ávirkan; bæði sløgini av bretska passinum eru gyldig komandi tíðina.
Frá endanum av 2019 verður farið aftur til tað myrkabláa passið, ið bretar høvdu áðrenn teir gjørdist partir av ES.
Uttanlands
European Union tikið av nýggju passunum
Brexit er ikki fullført enn, men bretar sum nú fáa nýtt pass, fáa tey uttan eyðkenda tekstin ovast
Tað bláa passið er tað gamla, sum kemur í brúk aftur skjótt. Tað reyða er tað, sum bretar hava nýtt í ES-tíðini (Mynd: EPA)
2019-04-06 10:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald