Mentan

Eurovision-hyggjararnir vildu hava ein annan vinnara

Hyggjararnir hildu at norska sangurin var tann besti

KeiiNO (Mynd: Scanpix)

KeiiNO (Mynd: Scanpix)

2019-05-20 10:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Finalan í Eurovision var leygarkvøldið, og tá avtornaði var tað hollendski Duncan Laurence sum vann  við sanginum “Arcade”. Men um atkvøðurnar hjá hyggjarunum vóru tær einastu sum taldu, so hevði ikki verið so.

Hyggjararnir hildu, at besti sangurin var “Spirit in the sky” hjá norska KeiiNO. Atkvøðugreiðslan vísti, at norski sangurin fekk 30 stig fleiri enn næstbest umtókti sangurin, sum var hollendski “Arcade”.

Men dómararnir vóru ikki samdir. Stigatalið, sum dómararnir góvu sangin hjá KeiiNO var so lítið, at sangurin ikki eingongd var í topp 10. Tá stigini hjá dómarunum og hyggjarunum vóru løgd saman, endaði Norra á fimta plássi.

Teir sangirnir, sum hyggjararnir dámdu best vóru:

  1. Norra – Spirit in the sky
  2. Holland – Arcade
  3. Italia – Soldi
  4. Russland – Scream
  5. Sveis – She got me
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder