Innanlands

Eurovision: Kappast uttan at verða til staðar

Talan er um Montaigne úr Avstralia, sum ikki syngur beinleiðis. Hetta er ongantíð komið fyri í søguni hjá sangkappingini. Sekstan lond stríðast í kvøld um tíggju finalupláss í Rotterdam - teirra millum Noreg og Svøríki

Montaigne er ikki til staðar í Rotterdam í kvøld

Montaigne er ikki til staðar í Rotterdam í kvøld

2021-05-18 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør varð útgáva nummar 65 av Eurovision Song Contest av ongum orsakað av koronufarsóttini. Ístaðin verður kappingin í Rotterdam í hesari vikuni. Holland vann sær rættin at hýsa kappingini, tá Duncan Lawrence vann við sanginum Arcade í Tel Aviv í 2019.

Fyrra hálvfinalan verður í kvøld. 16 lond eru við í henni - tað skuldi verða 17, men sangurin hjá Belarus varð kolldømdur, tí hann onkursvegna var ímóti nøkrum av kappingarreglunum. Noreg og Svøríki eru millum tey londini, sum í kvøld stríðast um at koma í finaluna. Tíggju pláss eru tøk í kvøld.

Eitt sum er heldur merkisvert, og sum er nakað heilt nýtt í søguni hjá Eurovision, er at ein av sangunum ikki verður framførdur beinleiðis. Talan er um sangin "Technicolour", sum er innspældur fyri nøkrum mánaðum síðani í Avstralia.

Orsakað av koronustøðuni hevur eingin ferðast úr Avstralia til Niðurlond, og tí verður avstralska songkvinnan Montaigne ikki at síggja á pallinum í kvøld. Avstralia hevur luttikið í kappingini síðani 2015. 



Omanfyri hoyrist sangurin, ið bert verður at uppliva í upptiknari útgávu í kvøld.

Ein sum verður beinleiðis, og sum eisini kann gerast heilt serligur er "Set Me Free" hjá Eden Alene úr Ísrael. 21-ára gamla songkvinnan fer ímóti endanum av sanginum at royna at raka B6-tónan - eingin hevur áður rakt so høgan tóna í kappingini áður. Áleið 2.50 í sjónbandinum niðanfyri kann hetta hoyrast



Danmark og Ísland eru ímillum tey 17 londini, ið luttaka í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið. Íslendingar eru ímillum favorittarnar, men hava verið raktir av koronu um vikuskiftið.

Kelda: DR

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder