
Niðurlendski Joost Klein var millum teirra, ið vórðu send víðari eftir seinnu hálvfinaluna í altjóða Eurovision sangkappingini hósdagin, men Niðurlond verða kortini ikki umboðað í finaluni í Malmö í kvøld.
European Broadcasting Union (EBU), ið skipar fyri Eurovision, boðar í dag frá, at niðurlendski luttakarin er blakaður úr kappingini orsakað av einum løgreglumáli.
Svenska løgreglan kannar eitt mál, sum er meldað av einari kvinnu, sum arbeiðir á einum framleiðsluliði á Eurovision.
EBU sigur, at tey ikki loyva óhóskandi atburði í sambandi við kappingina og ynskja, at starvsfólk teirra skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi.
Ógreitt er, hvat málið snýr seg um, men sambært EBU er atburðurin hjá Joost Klein brot á kappingarreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald