Uttanlands

Eurovision: Tíggju pláss uppá spæl í seinnu hálvfinalani í Tel Aviv

Kl.20.00 byrjar tað, og um nakrar tímar er lagnan hjá millum annað Danmark avgjørd

Danir krossa fingrar fyri, at Leonora megnar at røkka finaluni Mynd: DR

Danir krossa fingrar fyri, at Leonora megnar at røkka finaluni Mynd: DR

2019-05-16 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið var fyrra hálvfinalan á skránni í Tel Aviv, har tíggju lond vórðu send víðari til finaluna; m.a Hatari úr Ísland ið basti Kristionnu Bærentsen og Friðriki Ómar við Jógvani Hansen í finaluni í íslendsku söngvakeppnin: 

Kýpros, Slovenia, Kekkia, Hvítarussland, Serbia, Avstralia, Ísland, Estland, Grikkaland, San Marino

Umframt hesi eru tey sonevndu "Big Five" víðari til finaluna. Bretland, Frakland Italia, Spania og Týskland skulu ikki "syngja um tað" í hálvfinalu, og tað skal vertstjóðin, sum í hesum førum er Ísrael, heldur ikki.

Sjey lond ruku út týskvøldið, og átta fara sama veg í kvøld. Pláss er fyri tíggju londum afturat í finaluni, og sambært serfrøðingum og veddingarfyritøkum, so er hetta greitt tann sterkara hálvfinalan. Her eru stórfavorittarnir at vinna ársins Eurovision: Svøríki, Russland og Holland. Umframt hesi trý, verða Aserbadjan, Sveis, Malta og Noregi mett at vera so at siga tryggja finalupláss.

Hetta irða danir seg nakað um, tí at Danmark er ímillum hini londini, sum í kvøld skulu skulu stríðast um at sleppa í finaluna, ið verður leygarkvøldið. Sangurin Love Forever hjá Leonoru er vælumtøktir, men veddingarfyritøkur og serfrøðingar meta, at tað er so at siga 50/50, um danski sangurin fer víðari.

Seinna hálvfinalan kann síggjast á DR1 frá klokkan 20.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder