Mánadagin 23. september verður skipað fyri einum serligum tiltaki um rúmdina og framtíðar møguleikar í rúmdini.
Tað er Føroya Tele, sum skipar fyri almenna tiltakinum, har møguleiki verður at hoyra hvussu Føroyar kunnu gagnnýta rúmdina, tá tað ræður um innovasjón, framburð og fylgisveinagrundaðar tænastur framtíðini.
Teir, ið fara at halda fyrilestrar eru Andreas Mogensen ESA-astronautur, Per Lundahl, høvuðsráðgevi á DTU Space og føroyingurin David Arge Klevang, lektari á DTU Space.
Tiltakið byrjar klokkan 14 henda dagin við at Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri á Føroya Tele bjóðar vælkomin.
Eftir tað fer Per Lundahl Thomsen at halda fyrilestur við heitinum ‘Fylgisveinar og infraskipan í rúmdini. Hann fer at tosa um avgerandi týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini.
Næsti fyrilesturin eitur ‘Leikluturin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavinum og Arktis’, og tað verður við Arge Klevang. Hann tosar um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.
Eftir ein støðg kemur túrurin til rúmdarmannin Andreas Mogensen. Hann fer at greiða frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann fer eisini at tosa um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.
Tiltakið er alment og ókeypis. Men tað er avmarkað hvussu nógv kunnu vera við, og tí er neyðugt við tilmelding, sum kann fara fram á hesi leinkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald