Í gjár varð evnisráðstevnu hjá Útnorðurráðnum, tingmannasamstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum, sett. Hon verður hildin í Norðurlandahúsinum. Evnið á ráðstevnuni er mál í útnorði.
Kaj Leo Holm Johannesen setti ráðstevnuna. Heilsumálaráðharrin er eisini samstarvsráðharri, og hann varpaði ljós á týdningin av, at vit í norðurlondum og útnorði halda fast um okkara málmenning. Í røðini nevndi Kaj Leo Holm Johannesen eisini eitt, ið hevur verið í fokus í seinastuni: At tilflytarar hava tørv á góðari málundirvísing fyri at trívast og veruliga fella til í landinum.
(Mynd: hmr.fo)
”Tað er gleðiligt at Útnorðurráðið varpar ljós á støðuna hjá okkara smáu málum útnorði, og serliga í mun til børn og ung. Vit hava tørv á at viðgera hetta evnið, fyri at kunna fylgja við í altjóðagerðini, og verða kappingarfør og kunna bjóða áhugaverdar karmar til okkara borgarar”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Til ber at lesa alla røðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald