Bjargingarfólk úr fleiri evropeiskum londum eru á veg til Turkalands fyri at hjálpa landinum í álvarsligu støðuni eftir jarðskjálvtan har.
Tað sigur neyðhjálparkommiserurin hjá ES, Janez Lanarcic, sambært AFP tíðindastovuni.
- Bjargingarlið úr Niðurlondum og Rumenia eru longu á veg, skrivar hann á Twitter.
ES-skipanin fyri borgaravernd er sett í verk eftir jarðskjálvtan. Turkalands hevur eisini biðið ES um hjálp, skriva tíðindastovurnar.
Og fleiri lond hava longu boðað frá, at tey fara at senda hjálp. Umframt Niðurlond og Rumenia, er talan um Belgia, Poland, Spania og Finnland.
Uttan fyri Evropa, hava eitt nú Ísrael og Russland boðað frá, at tey eru til reiðar at senda Turkalandi hjálp.
Jarðskjálvtin rakti Turkaland umleið 50 kilometrar frá markinum til Sýria í nátt. Talið av deyðum í Turkalandi og Sýrialandið er nú komið upp um 500, skrivar Ritzau.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald