Uttanlands

Evropeiska hitametið varð tikið í gjár

Máldu 48,8 hitastig í Siracusa á Sikiloy - enn er metið ikki alment viðurkent

Hitin er nógvur kring Miðjarðarhavið. Myndin er úr italska høvuðsstaðnum, Rom (Mynd: EPA)

Hitin er nógvur kring Miðjarðarhavið. Myndin er úr italska høvuðsstaðnum, Rom (Mynd: EPA)

2021-08-12 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hitabylgjan í Suðurevropa sær nú út til at taka øll met fyri hita, sum vórðu máld í 1977. Í Siracusa á italsku oynni Sikiloy, ella Sisilia, vóru í gjár máld 48,8 hitastig.

- Tað hevur ligið í veðurkortunum í eina tíð, at hitametini fóru at verða tikin í ár, tí tað hevur verið heitt so leingi. Men gongdin er ræðandi, sigur veðurfrøðingurin Kristian Gislefoss við NRK.

Gamla metið var 48,0 stig, sum vórðu máld í grikska høvuðsstaðnum, Athen, í 1977.

Sambært Gislefoss er tað ikki óvanligt við hitabylgjum hesa ársins tíð, men tað óvanliga er, at tær vara so leingi nú.

Tað serliga nú, er eitt hátrýst í økinum, ið nærum hevur “sett seg fast”.

- Hetta elvir til stilli og nógvan hita í longri tíð. Tá vætan so eisini hvørvur úr jørðini, gerst hitin bara enn hægri, sigur veðurfrøðingurin.

Fyri at hitamátingin Siracusa kann skrásettast sum evropamet, skal hon góðkennast av alheims veðurstovninum WMO. Siracusa liggur í landsynningshorninum av Sikiloy. Nærhendis vórðu eisini skrásettar fleiri hitamátingar oman fyri 45 stig, skrivar NRK.

Fyrr í hesi vikuni kom veðurlagsnevndin hjá ST við eini umfatandi frágreiðing um støðuna í veðurlagnum. Eitt av høvuðsevnunum var, at vit koma at uppliva meira av sokallaðum ekstremum veðurlagi, eitt nú hægri hita.

Hóast tað kann vera trupult at staðfesta, um júst ein einstøk hitabylgja kann vera komin orsaka av veðurlagsbroytingum, so ber til at siga nakað um sannlíkindini fyri hitabylgjum.

Gislefoss sigur í hesum sambandi, at vit skulu rokna við slíkum ógvusligum hendingum í framtíðini.

- Um tað hendir næsta ár, ber ikki til at siga. Men hyggja vit í einum longri tíðarperspektivi, so er tað heilt vist, at vit koma at uppliva fleiri hendingar, eins og hesa, sigur Kristian Gislefoss við NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder