Uttanlands

Evropeiski mannarættindadómstólurin fær kvinnuligan forseta

54 ára gamla írska Síofra O’Leary verður í november fyrsti kvinnuligi forsetin hjá evropeiska mannarættindadómstólinum

2022-09-22 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Írski dómarin Síofra O’Leary verður forseti fyri evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg, tá íslendski Róbert Spanó fer frá í november og trý ár fram.

Sambært Ritzau verður írski dómarin fyrsti kvinnuligi forsetin hjá dómstólinum. 

54 ára gamla Síofra O'Leary hevur verið ein av varaforsetunum fyri dómstólin síðan januar. Dómstólurin hevur tveir varaforsetar, og hin varaforsetasessurin er í løtuni mannaður av danska/føroyska dómaranum Jón Fríðrik Kjølbro. Hann hevur verið varaforseti síðan 2020.

Í samrøðu við The Irish Times sigur komandi forsetin, at kríggið í Ukraina er ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava ein slíkan dómstól.

Evropeiski manarættindadómstólurin skal tryggja, at limir í Evroparáðnum yvirhalda sínar skyldur í mun til evropeiska mannarættindasáttmálan, sum ráðið samtykti í 1950.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder