Innanlands

Exit poll: Javnaðurin fær 8 og Fólkaflokkurin 7

18-15 til andstøðuna vísir kanningin

2022-12-08 20:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kringvarpið hevur júst kunngjørt eina sokallaða exitpoll kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt teir seinastu tímarnar áðrenn valhølini lótu aftur, nú klokkan 20

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin fær 25,2 prosent av atkvøðunum og átta tingfólk, hetta er eitt umboð færri enn kanningin, ið varð gjørd fyri Portalin fyrr í vikuni.

Fólkaflokkurin fær 20,9 prosent og sjey tingfólk, Tjóðveldi fær 19,5 prosent og eisini 7 tingfólk, meðan Sambandsflokkurin fær 17,2 prosent og seks tingfólk.

Framsókn stendur til at fáa 8,3 prosent og trý tingfólk, Miðflokkurin 6,3 prosent og varðveitir tvey tingfólk, meðan Sjálvstýri ikki kemur upp um tinggáttina, og missir sostatt umboðanina á tingi. Sjálvstýri stendur sambært hesi exit poll kanningini at fáa 2,6 prosent.

Við hesum úrsliti stendur núverandi andstøðan til at vinna valið við 18 umboðum á tingi, meðan borgarligu flokkarnir, sum hava mannað landsstýrið hesi seinastu árini standa til 15 tingfólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder