Uttanlands

Exit poll-kanning gevur Labour stórsigur

Arbeiðaraflokkurin Labour fær sambært Exitpoll-kanning 410 sessir í bretska Undirhúsinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-04 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðaraflokkurin Labour fær 410 sessir í Undirhúsinum og verður harvið størsti flokkur í bretska tjóðartinginum.

Tað vísir ein sonevnd exit poll-kanning, sum er gjørt í samstarvi millum sjónvarpsstøðirnar Sky News, BBC og ITV.

Hetta skrivar Ritzau tíðindastovan.

[object Object]

Samanborið við seinasta tjóðartingsval verður talið av tinglimum tvífaldað aftaná valið í dag.

Sambært kanningini verður konservativi flokkurin næststørsti flokkurin við 131 sessum í Undirhúsinum. Hetta er ein stór afturgongd. Á tjóðartingsvalinum í 2019 fekk flokkurin 365 sessir í Undirhúsinum, sum tilsamans hevur 650 sessir.

Seinastu 14 árini er tað konservativi flokkurin, sum hevur sitið við valdið, mne nú bendir alt á, at lyklarnir til Downingstreet nummar 10 skuku latast til Keir Starmer hjá Labour.

Í Bretlandi eru tey nú í holt við at telja atkvøðurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder