Innanlands

Eyð Ellingsgaard: Fleiri tøk grundstykki og pláss í barnagarði og skúla

Og vónandi verður gongd sett á ítróttarhøllina áðrenn valskeiðið er av, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu. Hoyr prát við Eyð Ellingsgaard

Eyð Ellingsgaard (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Eyð Ellingsgaard (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2025-01-23 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyð Ellingsgaard tók 1. januar við aftur sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu á øðrum sinni. Hon hevur verið borgarstjóri í kommununi seinastu fýra árini, og á valinum var undirtøkan so mikiå góð, at hon heldur fram í sessinum.

Í samrøðuni, sum Petur Zachariassen hevur gjørt við Eyð Ellingsgaard, verður millum annað greitt frá at fleiri grundstykki eru tøk í kommunini, og tað er eisini pláss í barnagarði og skúla.

Hon sigur, at býráðslimirnir sum eru komnir til, eru allir positivir um nýggja ítróttarhøll, og hóast Eyð Ellingsgaard ikki torir at lova nakað, vónar hon at gongd kemur á tað verkætlanina skjótt.

Hoyr samrøðuna omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder