
Eyð Tausen Magnussen er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Eyð Tausen Magnussen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Jónu Hansen, kommunulækna, sum í løtuni hevur viðtalu í Hoyvíksvegi 70.
Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Eyð verið á Hvidovre Hospitali og tikið hendan partin har í 6 mánaðar.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 28. februar 2022. Eyð er tann næsti læknin í ár, sum verður liðug.
Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Á myndini eru Turið Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum, Eyð Tausen Magnussen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald