
Tað verður fyrrverandi landsstýris- og løgtingskvinnan, Eyðgunn Samuelsen úr Sørvági, búsitandi í Klaksvík, sum harvið fær sætið í løgtinginum aftur.
- Eg sigi ikki tingsessin frá mær, men biði um farloyvi, ger Heðin Mortensen greitt.
Og hetta gevur Javnaðarflokkinum eina avbjóðing.
Heðin Mortensen er í løtuni ein av teimum trimum næstformonnunum m/k á løgtingi, og tað er onki í vegin fyri, at Eyðgunn Samuelsen kann yvirtaka hesa uppgávuna meðan hon situr á tingi fyri Heðin Mortensen.
Men Heðin Mortensen er eisini limur í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini.
Hesar nevndir verða mettar at vera so serligar – tí tær viðgera trúnaðarmál – at eitt eykafólk ikki kann røkja hesar nevndarsessirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald