Innanlands

Eyðkendur bygningur í Vágsbotni settur til sølu

Bygningurin, sum hýsir skeinkistaðnum Sirkus í Vágsbotni í Havn, er settur til sølu. Prísuppskotið er 5,5 milliónir krónur

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-05-03 16:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bygningurin í Vágsbotni, har skeinkistaðið Sirkus heldur til, er settur til sølu. Prísuppskotið er 5,5 milliónir krónur.

Tað sæst á heimasíðuni ogn.fo í dag.

Ognin er á Gríms Kambansgøtu 2, og grundøkið er 208 fermetrar til víddar við ástandandi bygningi í trimum hæddum uppá umleið 60 fermetrar hvør við tilhoyrandi síðubygningi í tveimum hæddum uppá umleið 30 fermetrar.

- Bygningurin stendur høgliga fyri beint út móti Vágsbotni, við góðum útsýni yvir alt økið. Bygningurin er sera væl egnaður til eitt hvørt vinnuligt endamál, herundir sum vertshús og skeinkistað, stendur í sølulýsingini.

Allar hæddirnar eru í dag innrættaðar við bar, við tilhoyrandi vesi í mið og loftshædd.

placeholder
placeholder