2024-06-25 22:44
Eydna Mouritsen var tann fyrsta, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár.
Hetta skrivar Miðnám í Vestmanna á heimasíðuni.
Síðsta próvtøkan hjá flokkinum er í lærugreinini Tilfeingi A. Helvtin av flokkinum fekk húgvuna á høvdið í gjár og hin helvtin í dag.
(Mynd: Miðnám í Vestmanna)
Hetta er tann tíðin tá pisurnar verða floygdar. Á Kambsdali skipa tey sum vant fyri pisufundi á Gøtusandi í morgin mikudagin. Glasir hevur pisufund í plantasjuni í Havn hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald