placeholder
Innanlands

Eydna Olsen leiðari í 20 ár

Hósdagin vitjaði borgarstjórin í Nes kommunu Frítíðarskúla í sambandi við, at Eydna Olsen hevði starvast sum leiðari í 20 ár, síðan Frítíðarskúlan lat upp á sumri í 2001

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-12-03 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á vári í 2001 samtykti bygdaráðið í Nes kommuna at seta á stovn ein frítíðarskúla, í juni sama árið varð Eydna Olsen, námsfrøðingur, sett í starv sum leiðari, og í august lat Frítíðarskúlin upp.

Nú skriva vit 2021, og Eydna Olsen hevur verið leiðari øll árini, og hósdag fyrrapart vitjaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu Frítíðarskúlan í sambandi við runda starvsdegi hennara.

Eydna Olsen er sera álítandi, dugnalig, nærløgd, loyal og samstarvssinnað, segði borgarstjórin, tá hann vegna bygdaráðið takkaði henni fyri hennara góðu leiðslu av Frítíðarskúlanum í øll hesi 20 árini, áðrenn hann handaði henni gávu og blómur til minnis um starvsdagin.

Fyrstu árini hevði Frítíðarskúlin í Nes kommunu ymisk høli í bygdini, til kommunan fyri 14 árum síðani keypti eini sethús á Brekkukletti til endamálið. Hesi høli vóru, nú barnatalið er økt, vorðin alt ov trong. Undanfarna bygdaráð samtykti tí at fara undir ný- og útbygging av Frítíðarskúlanum á Brekkukletti.

Nýggi parturin av Frítíðarskúlanum var so mikið liðugur í summar, at hann kundi takast í nýtslu. Seinastu mánaðirnar hava verið gjørdar umvælingar av gamla bygninginum. Eisini verður uttanumøki dagført. Um stutta tíð verður tað arbeiðið liðugt, og Nes kommuna fegnast um, at Frítíðarskúlin hevur fingið góðar umstøður, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder