2023-08-18 09:41
Tá grindin í Hvannasundi í gjárkvøldið varð fingin upp á keiina, har skerast skuldi upp, fekk løgreglan fráboðan um, at ein drona var at síggja yvir økinum.
Løgreglan sendi fólk norð at kanna, men tá komið varð á staðið, var dronan ikki longur at síggja, og eingin visti hvør átti hana.
Tað er ikki loyvt at flúgva dronu í bygdum øki, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun sigur, at tað ikki ber til at siga um talan er um útlendskan ella føroyskan dronuførara.
Les eisini: Eitt gott skinn í part
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald