Uttanlands

Eydnaðist ikki ísraelum at seta eitt mánalendingarfar á Mánan

Eftir ætlan skuldi Ísrael verða fjórða landið, sum setti eitt ómannað far á Mánan

Mynd av Mánanum tikin av Beresheet (Mynd: EPA)

Mynd av Mánanum tikin av Beresheet (Mynd: EPA)

2019-04-12 07:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað eydnaðist ikki ísraelska mánalendingarfarinum Beresheet at seta seg á Mánan. Í gjárkvøldið var annars tætt við at Ísrael gjørdist fjórða landið, sum setti eitt far á Mánan, men soleiðis skuldi ikki verða.

Mánalendingin gekk ikki sum ætla og Beresheet oyðilegðist. Ísraelska eftirlitsmiðstøðin sigur, at tey mistu ræði á farinum, tá Beresheet var 149 metrar yvir yvirflatuni á Mánanum.

Beresheet var tað fyrsta privata rúmdarfarið, sum skuldi lenda á Mánanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder