Innanlands

Eyðsýnd borgarstjóraávirkan í Klaksvík

Ert tú borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fyri fyrstu ferð, so kanst tú vænta at fáa fleiri persónligar atkvøður á næsta kommunuvali

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-23 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valúrslit: Ert tú borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fyri fyrstu ferð, so kanst tú vænta at fáa fleiri persónligar atkvøður á næsta kommunuvali.

Sonevnda borgarstjóraeffektin ella borgarstjóraávirkanin er eyðsýnd í Klaksvík. Í stuttum snýr hugtakið borgarstjóraávirkan seg um, at ein borgarstjóri kann hava ein fyrimun í mun til hini valevnini, tí viðkomandi er kendur og sjónligur í kommununi.

Síðani 1980 hava tað verið seks borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu. Fleiri teirra hava røkt borgarstjórasessin fleiri valskeið. Tey eru Jógvan við Keldu, Steinbjørn B. Jacobsen og Jógvan Skorheim. Hagtølini niðanfyri byggja á teirra fyrsta valskeið sum borgarstjórar.

Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 1980. Á kommunuvalinum í 1980 fekk hann 208 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 1984 fekk hann 330 persónligar atkvøður.

Óli Heinesen úr Javnaðarflokkinum varð valdur til borgarstjóra í 1988. Á kommunuvalinum í 1988 fekk hann 122 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 1992 fekk hann 193 persónligar atkvøður.

Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2000. Á kommunuvalinum í 2000 fekk hann 209 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2004 fekk hann 391 persónligar atkvøður.

Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum varð vald til borgarstjóra í 2008. Á kommunuvalinum í 2008 fekk hon 188 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2012 fekk hon 302 persónligar atkvøður.

Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2012. Á kommunuvalinum í 2012 fekk hann 231 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2016 fekk hann 729 persónligar atkvøður.

Verandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen úr Sambandsflokkinum, stillaði fyrstu ferð upp á kommunuvalinum 2020. Hann hevur á tíðindaportalinum in.fo boðað frá, at hann stillar upp á kommunuvalinum í november. Á seinasta kommunuvali fekk hann 230 persónligar atkvøður.

Fleiri valúrslit síggjast á valurslit.fo



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder