2022-01-13 13:11

Í sambandi við at Dávur Juul, borgarstjóri, er í sjúkraørindum í Danmark, røkir Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri, starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu fyribils frá í dag 13. januar 2022 at rokna, skrivar Fuglafjarðar kommuna í tíðindaskrivi.
Eyðun á Lakjuni hevur verið býráðslimur í meira enn 20 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000, og í hesari býráðssetuni er Eyðun eisini formaður í mentamálanevndini og næstformaður í fíggjarnevndini.
Hetta er fyrstu ferð, at Eyðun á Lakjuni røkir starvið sum borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald