Mentan

Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður seinnapartin kl. 16

2026-04-19 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, sunnudagin 19. apríl, letur upp listaframsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering við lættari ábiti og tónleiki verður klokkan 16. Opið er til klokkan 20.

Framsýningin umfatar málningar og vatnlitamyndir, og er talan um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til hálvan mai mánaða, skrivar Gamla Seglhúsið í tíðindaskrivi.

Eyðun av Reyni hevur útbúgving frá Askou-Jensens Tegnesk., Kbh. 1971-72; Kunstakad. Kbh., malersk., (Wilhelm Freddie) 1972-78.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder