Mentan

Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Fernisering verður 6. september – Málningarnir hanga uppi allan september mánað

2020-08-31 19:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin  6. september letur upp listaframsýning hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Á framsýningini vera 18 oljumálningar.

Fernisering verður klokkan 17, og kemur Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisin møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Framsýningin við oljumálningunum hjá Eyðun av Reyni hongur uppi allan september mánað.

Gerandisdagar er opið millum klokkan 14 og 17, og sunnudagar er opið millum klokkan 15 og 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder