Innanlands

Eyðun Húsgarð nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Gundadali

Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum, og hevur hann eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-05-25 16:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin setti Tórshavnar kommuna Eyðun Húsgarð í starv sum leiðara fyri Svimjihøllina í Gundadali.

Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.

Um Eyðun Húsgarð verður sagt, at hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum, og hevur hann eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari.

Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæðí í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya.

Svimjihøllin í Gundadali, sum hevur uml. 160.000 vitjandi árliga, verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder