Hesin mánadagurin er myrkagráur og endaleysur eins og vætan úr erva. Mjørki og surk og beint nú datt eitt blað av hyllitrænum uttan fyri gluggan. Fuglarnir, sum í alt summar hava látið og sungið bæði tíðliga og síðla, sita nú púra kúrrir. Teir hava helst longu fingið frænir av hesum, eg júst nú fekk boð um, at Eyðun granni er farin. Hann fer tískil ikki aftur at sita í havanum við avís og kaffi við sínum serstaka forvitna og reysta høvuðburði. Æviga svongu útiløguketturnar fara ikki aftur at fáa ræstan fisk í undirskálum frá Eyðuni og hann fer ongantíð aftur at læna ein supputerning til sós. Tað gjørdi hann bara einaferð, men tað var óluksáliga stuttligt og sjálvt um eisini tað er langt síðani, so fyllir tómrúmið av Eyðuni Johannessen júst sum hann sjálvur í mong ár fyllti sum menniskja og listafólk. Hann var 85 ár nú hann doyði í Keypmannahavn, har hann búði, tó at hann eisini mangan búði í húsunum í Rabarbukvarterinum, t.d. í sambandi við leiklistaligar arbeiðsuppgávur í heimbýnum.
Eyðun Johannessen, ið var føddur í Havn 28. apríl í 1938, var Føroya fyrsti yrkissjónleikari og leikstjóri. Saman við øðrum sjónleikarum stovnaði hann leikbólkin Grímu, ið hevur havt risastóran týdning bæði fyri leiklistina, sjónleikaraumhvørvið og ungar sjónleikarar, men eisini meira breitt fyri føroysku listfatanina og tað væl at merkja í einum landi, har yrkislistin ikki kom til skorin klæði. Eyðun Johannessen starvaðist frá 1979 til 1986 sum rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus og setti upp fleiri stórleikir t.d. Lykke-Per (Aarhus Teater 1988, tikin upp í DR 1989). Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, ið fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik. Eyðun Johannessen fekk saman við Tove Jacobsen, sjónleikarakvinnu trý børn, Olaf, Anniku og Nicolinu. Nú Eyðun legði árar inn, var tað sum ein ríkur maður við heili tíggju abbabørnum umframt einum langabbabarni.
Sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari hevur Eyðun Johannessen so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, ið mong okkara gleðast um, tá tað nokk so javnan hoyrist í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg; verk, ið hava ríkað okkum og gjørt okkum klókari. Sum leikstjóri megnaði hann at gera altjóða klassikarar viðkomandi fyri samtíðaráskoðaran við at leggja dent á eksistentiella leitan og tvístøður, ið vit kendu aftur og sum vit lærdu av ikki minst tí rótfestið var føroyskt. Tað var ikki uttan týdning, at sálmabrotið, sum varð floytað, meðan teir bíðaðu eftir Godot, var føroyskt (Harra Guð, títt dýra navn og æra) og at tann, sum tulkaði Beckett fyri okkum, kendi okkara mentan innanífrá. Eyðun Johannessen hevði ein serligan kærleika fyri samtíðardrama, hann leikstjórnaði og var við til at frumframføra nýggjar føroyskar leikir á Tjóðpalli Føroya; Tóm Rúm (2014), sum Marjun Kjelnæs skrivaði og Havfrúgvin (2016) hjá Jóanesi Nielsen. 2005 var H. C. Andersen Fagnaðarár í Danmark. Ein røð av listafólkum vóru tá tilnevnd at vera H.C. Andersen ambassadørar. Millum hesi var Eyðun umboðandi Føroyar. Eyðun hevði sostatt eitt slag av dupultum ambassadørleikluti, ið fevndi um bæði H.C.Andersen og Føroyar.
Í 2018, tá ið Eyðun fylti 80, skipaðu hann og Sprotin fyri kvøldsetu á Reinsarínum har nýútgivna bókaverkið, Míni leikapetti, var lagt fram við einastandandi fínu portrettmydini hjá Torbirni Olsen á permuni. Míni leikapetti eru endurminningar frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Hesar herligu endurminningar eru góðar at eiga ein dag sum í dag. Við inniligari samkenslu við familju og næstringar drýpa vit høvur í sorg, men við ævigum takksemi fyri føroyska leiklistavarðan, Eyðun Johannessen.
Skrivað hevur: Kinna Poulsen, listaportal.com
Myndir: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald