Mentan

Eyðun Klakstein skrivar krimiskaldsøgu

"List" eitur fyrsta skaldsøga hansara - snýr seg um ein Mikinesmálning, sum verður stolin

2021-11-11 07:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eina ódnarnátt í november hendir tað óhugsandi. Meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Hetta sermerkta og skakandi brotsverkið setur gongd á føroysku krimisøguni »List«, sum kemur út hósdagin. 

Journalisturin Eyðun Klakstein hevur skrivað krimisøguna. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga. 

– »List« er ein kvik og spennandi krimisøga, sum vónandi eisini verður fangandi og undirhaldandi at lesa. Umframt at fylgja uppkláringini av brotsverki, kannar bókin eisini, hvussu fólk reagera, tá ið tey koma í kreppustøður, ella tá ið tey kunnu fáa persónligan vinning burtur úr sjálvsøknum avgerðum, sigur hann.

Tá ið Mikines-meistaraverkið er stolið, kemur Sára Emmudóttir, ið er stjóri á Listasavninum, í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.

Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos og Sára Emmudóttir koma á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing og mugu brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um tey yvirhøvur megna tað og koma livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt.

Krimibókin »List« er 200 síður til longdar. 

Í kvøld 18:30 verður bókin løgd fram á almennari móttøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Í næstu viku vera bókaframløgur í Klaksvík og í Havn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder