Mentan

Eyðun og Hallur í vakrari duett

Eyðun Jacobsen hevur fingið Hall Joensen at syngja saman við sær í nýggjum sangi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-20 09:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er møguleiki at hoyra teir báðar klaksvíkingarnar Eyðun Jacobsen og Hall Joensen syngja saman í vakrari duett.

Tað er gospelsangarin Eyðun Jacobsen, ið hevur fingið countrysangaran Hall Joensen at syngja saman við sær í vakra sanginum ”Grána skýggj”, har Eyðun sjálvur hevur skrivað lagið til orð hjá Martini Joensen.

Lagið er júst lagt út sum staklag á sosialu miðlarnar.

Tónleikurin er – sum so ofta fyrr hjá Eyðuni – upptikin í Crossroads Studios í Arden í North Carolina. Sangurin er upptikin í upptøkuhølunum hjá Erik Biskopstø í Klaksvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder