Sama hvat teir nerta við, so gerst tað til gull. Ættarlið aftaná ættarlið keypa pláturnar, læra seg sangirnar hjá hesum báðum veteranunum, og tí eru vit errin av at kunngera, at Eyðun og Terji spæla á Okkara Voxbotn leygardagin 21. august.
Tað verður sannur rómur, tá gimsteinarnir báðir trína á pallin á Okkara Voxbotn. Teir duga sum fáur at fáa fjøldina at syngja við, og tað er ikki so løgið, tá teir hava løg sum Nummar, Eros, Dansa, Tú og Dagur legst at degi við sær í skjáttuni.
Eyðun Nolsøe (Mynd: Jens Kr. Vang)
Frammanundan er greitt, at Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Branco, Amina, Mold, Troels og The Antonelli Orchestra fara á framføra fríggjadagin 20. august á Okkara Voxbotn
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen, Hanus G. Johansen, Eyðun & Terji, Páll Finnur Páll og Danny & Ingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald