2019-12-12 11:40
Flest øll hava hoyrt teir áður bara ikki í Spaniastovu. Fríggjakvøldið 13. desember spæla teir á fyrsta sinni saman í Spaniastovu í Klaksvík.
Talan er um tríggjar sera stinnar sangarar. Har afturat er Eyðun Nolsøe stinnur gitarleikari, Terji Rasmussen stinnur á slagverki og Kim Hansen stinnur klaverleikari.
Hvør sær bera teir sínar eginleikar væl. Saman hava teir skapt sína egnu tónleika- og tíðarmynd, sum á ein hátt er vorðin fólksins ogn. Her eru nøkur hitt úr rúgvuni: 80’ini, Eros, Mítt Land, Nummar, Maria, Flýggi til tónleikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald