Innanlands

Eyðvør Tausen Olsen nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum

Tíggju væl skikkaðir kvinnuligir umsøkjarar vóru til starvið

2022-08-03 17:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggjur leiðari til ráðgevingina og kreppumiðstøðina í Kvinnuhúsinum, er Eyðvør Tausen Olsen.

Stórur áhugi var fyri starvinum, at standa á odda fyri Kvinnuhúsinum - 10 vælskikkaðir kvinnuligir umsøkjarar.

Eyðvør Tausen Olsen er 53 ára gomul, útbúgvin námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur tikið M.Sc. í heilsuvísindi, við harðskapi móti kvinnum og í parløgum sum fokusøkið. Eyðvør kemur úr einum starvi í psykriatriini. Eyðvør hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum á Kvinnuhúsinum, bæði sum sjálvboðin vakt, í ráðgevingini og á kreppimiðstøðini. Eyðvør byrjar í starvinum 1.septembur.

Nógv sløg av harðskapi eru til 
Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum, á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnum mørk.

Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum, sum prógv fyri harðskapi. Harðskapur er ofta duldur, kemur snýkjandi, so tað er trupult og kann taka langa tíð at varnast, at talan er um harðskap.

Harðskapur kann vera kropsligur og sjónligur, men harðskapur kann eisini vera sálarligur, kynsligur, tráfylgjan/stalking, matriellur, fíggjarligur ella talgildugur.

Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið er í eini broytingar tilgongd og fer seinni í ár ella fyrst í 2023, at veita ráðgeving og vegleiðing ikki bert til kvinnur, mein eisini til menn. Í Kvinnuhúsinum kunnu øll sum hava verið fyri harðskapi í nærsambondum, fáa møguleika fyri at koma til viðtalu og fáa ráðgeving í hjálp til sjálvhjálp. Harafturat er møguleiki at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at húsinum.

Umframt leiðaran starvast 3 starvsfólk og eisini eru 35 sjálvbodnar vaktir knýttar at Kreppumiðstøðin, har kvinnur saman við børnum kunnu gista í avmarkaða tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder