Innanlands

Eyka fagnarðarkonsert við Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri

Øll 800 atgongumerkini vórðu seld uppá 48 tímar, og tískil er ein eyka konsert sett á skrá fríggjakvøldið 10. februar 2023

Konsertin er partur av fagnaði fyri bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, ið fylla 40 ár í 2023. Marius Ziska luttekur saman við  Symfoniorkestrinum (Mynd: PI Performance)

Konsertin er partur av fagnaði fyri bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, ið fylla 40 ár í 2023. Marius Ziska luttekur saman við Symfoniorkestrinum (Mynd: PI Performance)

2022-05-05 15:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verkætlanin “Floymandi nærvera” hjá Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri bleiv útseld eftir bert 48 tímum. Nú verður eykakonsert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 10. februar 2023 kl. 19.30.

Konsertin er partur av fagnaði fyri bæði Føroya Symfoniorkestur og Norðurlandahúsið, ið fylla 40 ár í 2023.

Hans Marius Ziska, forsangari í Marius Ziska, var í morgun gestur í sendingini “Góðan morgun Føroyar”, og stutt eftir var konsertin útseld.

- Vit eru sera takksom fyri tann áhuga verkætlanin hevur fingið, og eru glað fyri møguleika at spæla eina eykakonsert

Konsertin er ein og ein hálvan tíma til longdar. Talan er um eina standikonsert við pláss fyri 800 áhoyrarum. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Føroya Symfoniorkestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder