Innanlands

Eykatúrar á leið 60 og 61

Hetta ger Strandferðslan, nú Hasfjord ikki er í sigling. Talan verður um tveir eykatúrar á leiðini millum Gomlurætt og Skopun sunnudag og eyka farmatúrar á hesi leið, umframt tilkallstúrar á leið 60

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-06-08 08:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hasfjord bíðar framvegis eftir eykalutum, nú næstan ein mánaði er liðin, síðani skipið fekk eitt traktordekk um skrúvuna, tá tað kom inn í Skopunar havn.

Tað er ikki lætt at fáa eykalutir til gomul skip sum Hasfjord, og ssl.fo skrivaði fyri viku síðani, at tað er ógvuliga óvist nær skaðin kann umvælast.

Ímeðan er neyðugt við tillagingum á leið 60 og leið 61. Hasfjord hevur millum annað serliga verið nýttur at sigla við farmi á hesum leiðum, og nú setur Strandferðslan inn. 

Tveir eyka farmatúrur verða nú sigldir á leiðini Gomlurætt-Skopun hvønn seinnapart, fyriuttan leygardag, og eykatúrar verða sigldir sunnudagar: 14.30 av Gomlurætt og 15.10 úr Skopun.

Eisini verða nú ymiskar broytingar á leið 61 (Gamlarætt - Hest). Bæði Erla Kongsdóttir og Teistin fara at gera tilkallstúrar. Yvirlit kann síggjast á ssl.fo

Broytingarnar eru komnar í gildi í dag, mikudagin 8. juni.

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder